Framsíða

Upp

 

Tíðin.

Lag: Føroyingar landsmenn.

 

Strítt, sum tann streymur á sundinum rennur,

tíðin hon ferðast so ókend avstað,

oldingin boyggir, men unglingin mennir,

ættarlið mong hevur lagt undir flag.

 

Tíðin er okkara nærmasti granni,

við okkum fylgir hon fet fyri fet,

spor síni setir hjá kvinnu og manni,

altíð hon rennur ei steðgar eitt vet.

 

Tøkk vit her bera til forfedrar várar,

vunnu við strevi sær dagliga breyð,

ryggurin bogin og hendurnar sárar,

tað fyri teimum galt lív ella deyð.

 

Bygdu teir landið í øldir so mangar,

ofta var strævið, men framá tað bar,

ferðir við báti um íður og tangar,

treysti og trúfesti eyðkenni var.

 

Fongur úr sjónum og seyður úr haga,

hildu frá durunum hungur og hall,

nøgdsemi, sparsemi lívið man laga,

vónin um framburð var sterk sum eitt fjall.

 

Fongríkt var havið, tó stórur var fári,

almikið gav tað, men ofta tað tók,

vaðbeinaskorðan, hon dýptist hvørt árið,

veiðimanskynstrið ei lærist úr bók.

 

Brenni teir máttu úr jørðini taka,

gullið, hitt svarta, lá fjalt undir flag,

hendur so kønar við hárhvøssum haka,

torvurnar skóru og løgdu á rað.

 

Vaðbein og haki tey amboð so hentu,

vunnu við hesum sær dagliga breyð,

sannast tað má hetta føringar mentu,

saman við tí, sum í loftinum fleyg.

 

Tíðin, sum fór, er so dýrur ein skattur,

lagnan so mong út í lívshavið rann,

tíðin sum fór kemur ongantíð aftur,

framtíðin byggir á fortíð sum svann.

 

Havi í minni tú ættarlið unga,

fedranna trúfesti, fedranna trúgv,

beri teim heiður hvør muður hvør tunga,

so leingi í oyggjunum sett verður búgv.

 

 

Yrktur av Zacharias Bech

til eldrahugnan – 09.12. 2008.