Framsíða

Upp

 

Nakað um Porkeri.

Porkeris kommuna er umleið 13,6 km2, íbúgvaratalið liggur um 340-350 nú vit eru byrjaði uppá 2009.

Ymsar metingar eru um, hvussu gomul bygdin er, men roknast kann við, at hon helst er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyðahundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkugerði, ið seinni er blivið til Porkeri.

Tá fólkateljing var í árinum 1801 búðu 95 fólk í Porkeri, húsatalið var tá 16 í hesum býlingum: Uttan Heyga, í Nýjagørðum, í Gjørðum, í Eystrum, undir Homrum, við Geil, við Á, á Klova, í Bøkkum og á Heyggi. Síðan fólkateljingina í 1801 er fólka- og húsatalið vaksið munandi, og nógvir býlingar eru komnir aftrat. Tað mesta, ið fólkatalið hevur verið, var í 1950, tá 461 fólk búðu í Porkeri. Eftir hetta minkaði fólkatalið so líðandi fyri síðani at vaksa aftur í 70unum og 80unum. Í 1990 búðu 421 fólk í Porkeri, men síðan minkaði fólkatalið aftur og er nú komið niður á 340 - 350 fólk.

Bøurin í Porkeri er óføra vakur og væl umsitin. Porkeningar vóru millum teir fyrstu at leggja bøin saman, hetta arbeiðið var liðugt í 1935. Hetta førdi við sær, at teigar og aðrir smærri jarðalutir vórðu veltir saman til stórar fløtur. Uttangarðsjørðin í Porkeri er 37 merkur og er býtt soleiðis: Óðalsjørð 22 merkur 6 gyllin, kongsjørð 12 merkur 10 gyllin og prestsjørð 2 merkur. Frá gamlari tíð var hagin býttur sundur í tveir hagapartar: Heimaripartur 18 merkur 12 gyllin og Handaripartur 18 merkur 4 gyllin. Fyri meiri enn 100 árum síðani fekk Gjørðabóndin frábýttan haga burtur av Heimaraparti, og fyri 20 árum síðani fingu hinir bøndurnir frábýttan haga burtur av Handaraparti. Sostatt eru nú fýra hagapartar: Dalurin (Gjørðabóndin) 6 merkur 6 gyllin, Heimaripartur 12 merkur 6 gyllin, Handaripartur 12 merkur og Heiðarnir (Bøndurnir) 6 merkur 4 gyllin. Tær báðar prestsmerkurnar liggja i Handaraparti.

Kongsgarðarnir eru Gjørðagarður, 6 merkur og 6 gyllin, Bakkagarður 2 merkur, Heygsgarður 2 merkur, Heygagarður 1 mørk og 12 gyllin, og í Eystrum er hálv mørk. Prestsmerkurnar, eisini nevndar Geilamerkurnar, eru býttar í trý, og eru festini hesi: Við Geil, í Hólinum og í Skálanum.

Síðan hagarnir vórðu býttir sundur, er úrtøkan av seyðinum vorðin væl betri. Eitt, sum porkeningar leggja seg nógv eftir, er at hava heimaseyð í stikum, tað eru einamest veðrar, ið verða gøddir eitt til tvey ár, áðrenn teir verða slaktaðir.

Frá gamlari tíð hava porkeningar verið dúgligir útróðrarmenn. Kendastu fiskileiðir munnu helst vera Uttan Stein, Dalagrynnan og Sumbiargrynnan. Fyrsti maskinbáturin kom til bygdina í 1924. Porkeningar hava eisini átt størri fiskifør so sum deksbátar, sildabátar, sluppir, trolara og línubátar. Høvuðsinntøkan hjá Porkeris kommunu kemur frá fiskivinnuni, um 30-50 fólk hava tilknýti til hesa vinnu. Fleiri porkeningar sigla sum yvirmenn í uttanlandasigling. Í bygdini er saltfiskavirki, sum gevur nakað av arbeiði.

Kirkjan í Porkeri, ið er bygd í 1847, er sera vøkur. Hon hevur flagtak, klædningingurin er úr timbri og er tjørubræddur. Grundin er hvítkálkað, meðan vindeygu, hurðar, vindskeiðir og tornið eru hvítmálað. Innan er kirkjan ómálað. Sjálvur garðurin er lagaður úr føroyskum gróti. Áðrenn hesa kirkju hava aðrar kirkjur staðið á sama plássi, og roknast kann við, at kirkja hevur longu verið í katólskari tíð, tí bæði sagnir og staðarnøvn bera boð um hetta. Alt økið uttan um kirkjuna er friðað.

Umframt kirkjuna er missiónshúsið bygt í 1930 og nýggi salurin hjá brøðrasamkomuni bygdur í 1975.

Norðanvert bygdina er sera vakur og snotiligur minnisvarði. Hesin minnisvarði varð vígdur í 1967, hann er lagaður úr føroyskum gróti. Kring minnisvarðan eru steintalvur við nøvnunum á 67 porkeningum, ið eru farnir á sjónum í tíðarskeiðinum 1808 fram til dagin í dag. Fyrstur nevndur á hesum minnistalvum er Joen Joensen á Gaddi, ið fór saman við Nólsoyar Pálli við North Star í árinum 1808.

Fyrsti skúlin í Porkeri varð bygdur í 1888 inni undir Heygnum. Áðrenn ta tíð var undirvísingin farin fram í ymsum húsum, m.a. í Stórustovu á Tvørgarðinum og í einum handilsbygningi úti á Bakka. Gamliskúli, sum hann nú verður nevndur, var lagaður úr gróti og innrættaður við eini skúlastovu og læraraíbúð. Í hesum skúla í tíðarskeiðinum 1897 til 1903 var umframt vanliga skúlaundirvísing eisini skiparaskúli, sum Danjal í Ungagarði hevði, ið tá var lærari her í bygdini. Hesin skúlin varð nýttur fram til 1984, tá nýggjur og snotiligur skúli varð bygdur á Gjørðabrekku. Skúlabarnatalið í Gamlaskúla, tá ið tað var uppá tað mesta, var umleið 100, men nú liggur talið um 25 børn.

Nýggi skúlin, sum varð tikin í brúk í 1984, hevur pláss fyri umleið 75  næmingum. Børnini ganga í skúla í Porkeri til og við 7. flokki, og síðan fara tey til Vágs at ganga í framhaldsdeildini. Í vetrarhálvuni er kvøldskúlaundirvísing í Porkeris skúla har eini 50 vaksin luttaka. Børn frá Porkeris skúla luttaka í musikskúlaundirvísingini, sum er felags fyri alla oynna. Porkeris bygdarráð lat Gamlaskúla til Porkeris Bygdarsavn, sum varð sett á stovn í 1996, og verður nú nýttur til bygdarsavn.

Áður vóru fleiri handlar her í bygdini, og nógvur av hesum handlum vóru útihandlar. Eisini vóru eldsmiðja, skósmiðja og bakaravirki í bygdini. Útihandlarnir tóku móti útróðrafiski fra porkeningum, og bleiv hesin fiskur tilvirkaður í bygdini. Harumframt kom nógvur saltfiskur úr Vági, ið handilsmenninir har sendu til Porkeris at hagreiða, og mangan góðveðursdag um summarið vóru øll fiskaplássini, mølin og næstan hvør hella fram við strondini avtakin við fiski, ið var breiddur út til turkingar. Nú er bert handilin á Klovanum eftir í bygdini, Skemmukrambúðin, ið var yvir hundrað ára gomul, lat aftur fyri nøkrum árum síðani.

Sigast kann um bygdina Porkeri, at hon telist millum tær vøkru bygdirnar í Føroyum. Serliga er tað byggistílurin, ein fremmandur bítur merki í, hvussu væl skipað sethúsabyggingin er, og tann gitna "Skipararekkjan" verður ofta havd á lofti manna millum. Henda sjáldsama bygging fór fram báðumegin 1930, har 10-12 sethús standa á rað og eru púra eins í byggisniði. Síðst í 70'unum varð brimverja gjørd, og víðkað varð nógv um keiøkið, so nú kunnu bæði skip og bátar liggja trygt alla ársins tíð við bryggjuna í næstan øllum veðri. Havnin í Porkeri er góðkend sum skipahavn alt árið. Fýra smærri deksbátar hava fast tilknýti til bygdina.

Í Skørðunum er stórt grótbrot, har nakrir mans hava sítt dagliga arbeiði. Meginparturin av hesum gróti verður fluttur norður um fjørð, har tað verður tilvirkað til oljugrús o.a.

Í 1997 var dagrøktarskipan sett í verk í Porkeri, pláss er fyri 20 børnum undir skúlaaldur.

Kommunan samtykti fyri nøkrum árum síðani at fríðka um bygdina og hevur plantað trø við Á, og byrja uppá eina plantagu í Mýrdalinum vestan fyri bygdina.

Vágs- og Porkeris kommuna hava avgjørt at vera felags um sosialu deild og barnaverndartænastuna. Skrivstovan er í kommunuhúsinum í Porkeri.

Kommunurnar í sunnaru hálvu á oynni eru eisini felags um bjargingarfelagið og sløkkiliðið.

Samkomuhúsið "Samvirkið", sum arbeiðsmannafelagið Rubbishella eigur, verður onkuntíð nýtt til brúdleyp, fundir og stevnur.