Framsíða

Upp

 

Kvøða til M/S "Porkeningur"

Lag: Áttamannafarið.

 

Hitt fyrsta stálskip í Føroyum er bygt

á Tórshavnar skipasmiðju.

Vit vóna, at Harrin má flyta tað trygt

á ríkasta fiskimiðið.

 

Ja, flaggskrýtt kom farið til bygdina inn

og heilsaði okkum við gleði.

Eg veit, at tað frøa vil mangt eitt sinn

á hesum alstóra degi.

 

Tann prúða skúta við bryggju nú er,

hon Porkeningur man eita.

Vit biðja, at eydnan má verða á ferð,

so fram tú á fiskin mást leita.

 

Nú vóna vit øll, alt má ganga so væl,

og eydnan má fylgja tí fari,

sum føra til landið heim fiskin skal,

ið fostra skal okkara kæru.

 

Tøkk allir, ið bygt hava Porkening,

við Kjartan, Olivur og øðrum.

Ja, tit kunnu væl her sum onganting,

nú kappast mót fremmandum førum.

 

Ja, tøkk fái øll tit, sum virkaðu til,

at Porkeningur her liggur.

Umborð manning fer nú, um Harrin tað vil,

um havið við Honum - verð tryggur.

 

Á, hevði tú fingið ein góðan fong,

ja, lastina fulla á tremur.

Vit gleðast, tá tú við merki á stong

mót Porkeri aftur kemur.

 

Her enda vit songin, ja skútan so fríð,

hvørt bygdarfólk um teg nú syngur.

Vit gloyma teg aldri - nei ongantíð,

eitt prýði tú ert - Porkeningur.

 

C.A.D. (Andreas Djurhuus.)