Framsíða

Upp

 

Nátasjúkan.

Í tríatiárunum gjørdi nátasjúkan rættiliga nógv um seg í Porkeri.

Í blaðnum "Suðuroyggin", nr. 4, november 1992, skrivar Jónsvein Bech frásøgn eftir fastir sína Annu Elisabeth Danielsen.

Jónsvein skrivar:

Ein hervilig sjúka, sum gjørdi nógv sum seg í 30'unum var nátasjúkan.

Serliga vóru tað kvinnur, sum fingu hana, óivað tí tær fyri tað mesta tóku sær av reingerðini, og nógvar doyðu, serliga um tær vóru við barn. Sjúkan gjørdi vart við seg uml. 1. til 20. september. Henda tíðin var merkt av spenningi og ótta, inntil funnið var fram til orsøkina. Forboð var í nøkur ár sett fyri at taka náta, inntil munagóður heilivágur var fingin til vega, og fólk fóru at ansa betur eftir. Í dag er sjúkan sjáldsom.

Tveir læknar Rasmussen vóru í Føroyum í 30'unum, annar í Vági og hin á Eiði. Tann á Eiði hevur fingið heiðurin av at hava uppdagað nátasjúkuna, men tann í Vági gjørdi eisini krav upp á henda heiður. Her skulu ikki verða tiknir dagar ímillum, hvør hevði rætt. Harafturímóti skal her verða greitt frá, hvussu nátasjúkan gjørdi um seg í Porkeri hesa tíðina. soleiðis sum Anna Elisabeth Danielsen minnist tað.

Anna Elisabeth er 89 ár. Hon hevur sera gott minni og hevur dugað væl at greitt frá. Síðan henda frásøgn varð fest á band hevur ein heilabløðing skaðað taluevnini, so óivað er hetta nakað av tí seinasta, hon hevur sagt frá.

Anna Elisabeth sigur soleiðis frá:

Fyrstu ferð fólk rættiliga góvu sær far um hesa merkiligu sjúku var í 1930. Tá legðist Sunniva Mortensen, Sunniva í Skálanum sjúk. Hetta hevur verið fyrst í september. Eins og onnur hevði Sunniva verið um bøin og hoyggjað. Jørðin var ikki samlað tá, so fólk flest høvdu teigar ymsa staðni. M.a. høvdu tey á Geilini eitt stykki við síðuna av hjá Olávusi Olsen.

Sum tann fyrsti í bygdini hevði Olávus sátt stykkið við salpetur, og Sunniva hevði tveitt turriklæðið hjá sær vestur á bøin hjá Olávusi. Tá ið hon stutt eftir hetta gjørdist sjúk, varð hildið, at salpeturið mundi vera orsøkin.

Læknin nevndi sjúkuna "pletbetendilsiplettbetendilsi". Tað vóru plettir, sum settu seg á lunguni. Men eingin heilivágur var móti hesum.

Møguliga hava onnur eisini verið sjúk tað árið, men eingin so ringur sum Sunniva. Læknin gav manninum, Sofusi, ongar vónir um, at hon skuldi fara at klára tað. Og Anna Elisabeth heldur seg minnast at hava hoyrt, at Sunniva skuldi missa alt hárið. Menn Sunniva reið stormin av. Tá ið ein tíð var fráliðin fór at ganga hin vegin aftur, og so við og við kom hon fyri seg aftur.

Trý ár seinni gjørdist hon aftur sjúk av somu sjúku, men tá var hon ikki so ring sum fyrru ferðina.

Men hetta árið í 1933 gjørdi sjúkan rættiliga nógv um seg.

Tá lógu ikki minni enn 13 fólk samstundis í bygdini. Læknin metti støðuna so mikið álvarsliga, at hann mátti fáa hjálp uttanífrá. So ein sjúkrasystir úr Havnini kom suður at røkta tey sjúku. Hvørji øll vóru, minnist Anna Elisabeth ikki. Men serliga ringar minnist hon systrarnar Elspu Godtfred, Elspu á Heyggi, og Johonnu Danielsen, Honnu á Bakkanum at hava verið.

Við tað at húsini á Bakkanum eru samanbygd, er tað serliga Honnu, hon minnist, hvussu ring hon var. Fyri henni er tað einki minni enn eitt undur, at hon kláraði tað. Anna Elisabeth hevði fingið nógvan náta hetta árið. Hanna hevði verið og hjálpt henni at skálda. Eingin visti tá um nakra sjúku, so einki var gjørt fyri at verja seg.

9. september komu boð úr Sumba, at » Riddarin« , sum menninir, Fløtturin og Bakkin, maður Honnu, sum eisini hæt Daniel Petur, vóru við, fór um Endan (Akrabergstanga). Anna Elisabeth, sum fyrst frættu tíðindini, fór út at siga Honnu frá.

Tá var Hanna fallin í seingina, og so ússalig var hon tá, at einasta svar Anna Elisabeth fekk var, at sama gjørdi sær, tí nú orkaði hon ikki longur at liva. Støðan versnaði. Og tað ringasta sum hendi var, at Hanna misti svøvnin. Læknin royndi at geva henni tað, hann kundi, men tað segði tað sama. Og Hanna var ikki altíð klár.

Mortan í Nøkrum kom ein dagin út, antin Hanna hevði sent boð eftir honum, ella hann kom at finna Honnu, minnist Anna Elisabeth ikki. Men tá bað Hanna øll, uttan Mortan fara út. Hon vildi hava hann at biðja fyri sær. Eingin annar slapp inn, sjálvt ikki bróðurin Petur, sum var komin út at vitja hana. Tað helt hann vera løgið.

Tá hetta hevði verið støðan uml. eina viku, vildi læknin gera eina seinastu roynd at fáa hana at sovna. Eydnaðist tað ikki, væntaði hann ikki, hon fór at gera tað, fyrr enn alt var yvirstaðið.

Hann skipaði fyri, at tað mátti vera púra kvirt har um leiðir. Anna Elisabeth, sum hevði smábørn, mátti fara vestur í Hó1 til foreldrini við teimum. Og vakt varð sett í Bakkatúninum, so eingin gangur skuldi vera har.

Síðan gav læknin henni so nógv sovimedisin, hann tordi at geva, og ein genta, Helena hjá Skómakaranum, skuldi sita hjá Honnu. Hetta hjálpti, og Hanna svav alla náttina.

Anna Elisabeth minnist, at tá hon um morgunin kom heim at vita, hvussu støðan var, var Hanna vaknað. Hon hugdi upp á seg við einum smíli, men segði ikki eitt orð.

Nú kom eisini vend í, og so við og við, kom hon fyri seg aftur. Nátasjúkan helt á at gera vart við seg, uttan nakar gjørdist serliga ringur. Men 1937 gjørdist eitt satt sorgarár fyri Porkeris bygd. Tá doyðu ikki minni enn fimm konur av sjúkuni.

Tann fyrsta, sum doyði, var Julia Müller. Hon var 22 ára gomul og trúlovað við Aage Djurhuus. Eina góða viku eftir doyði Kristina, kona Niels Djurhuus, undir Gjørðabrekku, 26 ára gomul. Og dagin fyri, hon fór til gravar, doyði Kristianna, kona Hans Paula Sørensen. undir Stígnum, 38 ára gomul. Hans Pauli var og fiskaði við » City« . Tá jarðarferðin skuldi verða kom » City« inn eftir fjørðinum. Jarðarferðin varð so útsett, so Hans Pauli kundi náa at vera við.

Nicolina, kona Hans Jacob Heinesen, á Klovanum, hevði ligið sjúk, men hevði ment seg eitt sindur aftur. Tá Kristina fór til gravar, fór hon upp og setti seg fyri vindeygað at fylgja við líkskaranum. Men hon toldi ikki meir og fall aftur. Fyrsta oktober doyði hon, 38 ára gomul. Men dagin fyri var Paulina, kona Daniel Jacob Bech, í Skálanum, deyð 32 ára gomul.

Báðar fóru til gravar sama dag. Anna Elisabeth minnist, at tey komu oman gjøgnum bøin við kistuni við Paulinu. Og komin oman á Klovan, varð steðgað á, meðan Nicolina varð borin út. Síðan fylgdust líkskararnir heim í kirkjuna. Um báðar fóru í eina grøv, minnist Anna Elisabeth ikki.

Sum so mangur fyrr – og eftir - hevði ein sannur sorgarleikur rakt bygdina. Tí skuldi prestur eisini hava nevnt í taluni yvir tær báðar, at av øllum svárum, mundi hetta vera tað svárasta, tá hugsað varð um tey mongu smábørn, bæði har í bygdini og aðrastaðni við, sum høvdu mist mammuna. Tí tað er óivað so, sum orðatakið sigur: » Fátt er sum faðir, einki er sum móðir«.

Felags fyri hesar fimm var, at tær vóru við barn, og tí hava tær ikki havt styrki til at vinna á sjúkuni. Tó veit Anna Elisabeth um kvinnur har í bygdini, sum vóru við barn, tá tær gjørdust sjúkar. Tær mistu barnið, og tað bjargaði teimum.

Nú var eisini komið eftir orsøkini til sjúkuna, so fólk fóru at ansa sær betur. Eisini var forboð í nøkur ár sett fyri at taka nátar, inntil munagóður heilivágur varð funnin. So í dag er eingin vandi av nátum. Tvørturímóti munnu føroyingar flest halda hann vera óføran mat.