Framsíða

Upp

 

Mítt føðiland.

Lag:

Mítt føðiland har áirnar tær duna vilt avstað,

og fjøllini tey reisa seg, har hoyrist fuglalag.

Har ternurnar og likkurnar tær skríggja upp ísenn,

og hundarnir teir goyggja, ja, har ganga seyðamenn,

og í fjørðuni eg minnist, at vit tóku títt eitt napp,

og heim aftur um kvøldið vit róðu um kapp.

 

Tú heimbygd mín á kvøldið, ja, eg minnist teg so væl,

tá norðlýsið tað bleiktrar yvir fjallatind og dal,

í regni og í stormi, ja, hvat leggja vit í tað,

tá biltúrar vit taka, og tá syngja vit so glað.

Vit tosa og vit fylgjast teirri lí-og-longu nátt,

so skiljast vit til endans, tí tað lýsir jú brátt.

 

At fanga fugl og drepa grind, tað geldur lív og deyð,

at kasta nót og fiska síl og til at reka seyð,

eg veit, tað er so spennandi, tað krevur jú sín mann,

tað ræður um at vera við og vísa hvat mann kann.

Eg gleði meg til aftur eg kann sjálvur verða við,

á sjógvi og á landi alt á føroyskan sið.

 

Tá skipini tey fara, ja so tómt tað verður her,

og menninir teir rigga seg til hesa longu ferð.

Teir kenna væl ta leiðina, sum Harrin teimum gav,

til Íslands og til Grønlands, ja heilt upp í Hvítahav.

Men tá heim aftur teir venda verður gleðin aftur stór,

teir aftur eru komnir hvør ein maður, ið fór.

 

Hjørleif Veihe yrkti sangin,

meðan hann var í Danmark og tók útbúgving sum málarameistari 1949.