Framsíða

Upp

Klovabáturin.

Ein minniligur útróðrardagur við "Klovabátinum" í februar 1898.

Hilmar Bech hevur fingið Zakarias Bech, skómakaran í Hólinum, at greiða frá hendingini stutt áðrenn hann andaðist í juni 1960, tá var hann 85 ára gamal.

Tað var ein deiligur vetrardagur í torratíðini, eg minnist ikki akkurát árið, men tað var síðst í 1800 talinum; eg haldi tað var leygardagin áðrenn føstulávint, umleið miðjan februar.

Í torratíðini róðu bátar við Vágsfjørð á Dalagrynnuna, sum liggur eystur úr Akrabergi, og her fingu vit mangan góðan fongin.

Hendan dagin sóu vit fleiri bátar úr Vági fara út eftir fjørðinum, og so vóru útróðrarboð givin, og vit fóru á mølina at draga bátin.

Henda morgunin var pápabeiggi mín, Dánjal Pauli Bech, í Skálanum farin á heiðina eftir torvi í Porkerisnesi.

Tá hann var komin aftur og hevði sett leypin av sær, fór hann inn og spurdi tá, hvar sonurin Hans Jacob var. Konan svarðaði, at hann var farin til sjós. Til sjós tekur hann aftur í aftur; tað fekk hann seg illa at trúgva, og so fór hann í skundi oman á mølina.

Tá Dánjal Pauli kom á mølina, høvdu vit drigið bátin oman í flóðina, og vóru í ferð við leggja sjóklæðir og aðra útgerð inn í bátin.

Tá sigur Dánjal Pauli, at hann væntaði ikki nakað gott veður, hann fór helst at koma høgt í ættini, tí hann hevði verið úti í Porkerisnesi, og luftin var so myrk at síggja norðureftir, so Dánjal Pauli væntaði, at hann fór at brenna á, men vit sum yngri vóru, tóku ikki henda spádom hansara í álvara, tí veðrið var so gott og sólin skein. Vit løgdu so frá landi, og hýrurin var góður. Meðan vit róðu suðureftir, settu vit seglið á, men tað hekk mest og kastaði, tí tað var bert eitt lot, sum fleyraði av ymsum ættum. Men so við eitt, tá vit vóru komnir nakað væl út suður úr Baglhólmi, ja so langt, at vit sóu bátarnar á Dalagrynnuni, tá brann hann á av landnyrðingi, og tað kom sum skotið úr byrsuni, tað var stormur við tað sama, og hann glaðaði eftir sjónum. Vit sóu við tað sama, at vit høvdu ongan møguleika til at koma norðureftir aftur ímóti veðrinum.

Har var einki at himprast við, vit máttu repa seglið, og so royna at halda undan veðrinum, kanska vit høvdu møguleikan til at sleppa vestur um Akrabergstanga og so lenda í Sumba, um tað var kyrt har. Meðan vit soleiðis sigldu undan, fekk báturin einaferð eitt sovorðið rend fram av einum óløgi, at ráin kvettist av um miðjuna; ikki tí, tað var eitt gott træ. So var einki at gera uttan at fáa mastrina niður, og so tóku vit tað aftaru mastrina (spritmastrina) og settu hana fram í toftubekk og settu spritseglið á hana, og sjálvt um hetta seglið var lítið, so var tað nóg mikið at sigla við, tí vindurin var so nógvur, og ferðin var góð. Síðani gekk ein løta, og tá fingu vit ein skvamp, sum breyt ólagaliga og á spritstongina, so hon brotnaði; vit máttu tí leggja seglið, og tá vóru bert árarnar at líta á. Men vindurin var so nógvur, at báturin gekk nógv skjótari álíkavæl. Tað brutu nógv stór óløgi, men tíbetur sluppu vit undan teimum flestu.

Tað skal sigast, at vit høvdu ein avbera góðan róðursmann, gamli Jóhan við Breytaliða. Í slíkum veðrið hevði tað nógv at siga, hvussu róðursmaðurin dugdi at bera seg at, tað sá út sum um hann leitaði millum óløgini. Tað var so mikið liðið á streyminum, at tað var um at vera vent norður á Akrabergstanga, og hevur rákið tikið undir seg og tað rekur í ættina á stronginum, tá er altíð óslætt. Norðanvert á Akrabergstanga fingu vit eina fylling aftanífrá, og fleiri óløgi brutu. Tá trúði eg, at tað var okkara síðsta. Tað var øgiligt at síggja, tað var sum at síggja upp í ein hamara, tað hekk ordiliga innyvir. Men tað er ótrúligt, hvat ein bátur kann klára; hann var mest sum allur samal undir frá stavni í stavn, og hann stóð so eftir endanum, at vit kundu ikki sita á bekkinum, men máttu taka í bekkin aftanfyri fyri at halda okkum, men báturin rann sum eftir einum snóri; hvussu lítið vit vóru komnir til síðuna, vóru vit runt.

Breyt hetta óløgið einaferð afturat, so vóru vit á landi, og so kom eingin við Iívinum. Árarnar í innara borðinum vóru í brotinum tá avtornaði, men har er atdjúpt og reint, so vit komu suðurum í heilum skapi. Tá vit komu vesturum Akrabergstanga, komu vit saman við einum báti av Økrum, sum 5 menn vóru á. Vit fylgdust so vestureftir Sumbiarfirði og lótu teir rógva undan, tí vit vóru púra ókunnugir har á leiðini og hildu, at teir kendu betri umstøðurnar. Tá vóru nakrir bátar úr Vági komnir vesturum og høvdu sett upp á Sumba.

Í Sumba var hvør maður, ið ganga kundi, á mølini til at bjarga bátunum, sum komu. Sumbingar høvdu ein planka við bandi á hvørjum endanum, sum teir løgdu undir bátarnar til lunn, og tveir menn stóðu útií til at taka ímóti bátunum; teir høvdu band á sær, tí tað skolaði eitt sindur í. Hjá okkum var tað soleiðis, at vit komu eitt sindur ólagaliga fyri. Tað var rennisjógvur, og báturin fór eitt sindur tvørur, men vit stungu frá aftur, og aðru ferð gekk betri. Sumbingar tóku ímóti bátinum, og vit sluppu ikki úr honum fyrr enn langt uppi í mølini.

Ein annar bátur úr Porkeri við 7 monnum fór eisini til útróðrar hendan dagin, og tað var »Heygabáturin«, men teir vóru eitt sindur aftaná okkum frá landi og vóru tí ikki komnir so langt suður, tá veðrið brast á. Vit sóu teir leggja inn ímóti Mýrafirði, helst við tí fyri eyga at lenda á einum staði norðast í Mýrafirði, ið nevnist Trælaurð. Vit tosaðu okkara millum um, at vit høvdu hoyrt frásagt, at ein bátur einaferð í tíðini skuldi hava neyðlent har, og menninir vórðu bjargaðir.

Okkara bátur og allir hinir,sum lendu í Sumba, blivu so drignir niðan undir vegin. Sumbingar søgdu, at vit skuldu ikki hugsa um bátin, honum skuldu teir taka sær av. Vit vórðu bodnir til hús í Sumba og fingu mat og heitt at drekka og tað kom væl við. Vit fingu eisini húðarskógvar og onkur fekk rotuskógvar upp á føturnar, áðrenn vit fóru til gongu. Tá var eingin telefon og heimafólkið í Porkeri visti einki um bátarnar, og tí sótu tey bangin og við óvissuni um tey nakrantíð sóu okkum aftur.

Pápi mín Zacharias Bech (Gamli Zakarias) fekk nakrar menn afturat sær, og teir mannaðu eitt áttamannafar, sum teir róðu við til Loprara, og haðani ætlaðu teir at ganga til Sumbiara, tí teir mettu, at tað var einasta vón, um vit vóru slopnir suður um Akrabergstanga, og at vit so høvdu lent í Sumba. Teir máttu leggja grót í bátin, áðrenn teir løgdu suður um fjørðin.

Tá vit vóru komnir nakað niðan í bøin í Sumba, steðgaðu vit á fyri at hyggja út yvir havið, tí tá sást eitt sindur, tá var ikki so nógv rok. Tá var ógvisligt at síggja út gjøgnum Røstina, tí tá var norðurrákið harðnað, og tað rak í ættina. Tá vit vóru komnir norður um Hestin, síggja vit tríggjar menn koma ímóti okkum, og tá vit nærkaðust, kendi eg, at tann eini var pápi mín og hinir báðir Magnus Magnussen á Klovanum og Dánjal Johs. Klyver (Klyvar). Hesir tríggir søgdu, at teir á vegnum til Sumbiar høvdu møtt eini bátsmanning av einum báti í Vági, sum var settur upp í Sumba, men teir søgdu seg einki vita um Porkerisbátarnar, tí teir kendu ongan, men teir søgdu seg tó hava sæð gamla Johan við Breytaliða, hann kendu teir. So vistu hesir tríggir at Klovabáturin var komin, tí Johan var við honum.

Men nú vistu vit einki frá hinum porkerisbátinum »Heygabátinum«. Vit bóðu so pápa mín og hinar báðar porkeningarnar fara oman til Víkabyrgis og biðja menn úr Víkabyrgi fara suðureftir fram við strondini til at hyggja, tí tað kundi henda at menninir á »Heygabátinum« vóru komnir á land onkustaðni og ikki sluppu upp, tí berg var fyri. Tá teir komu nakað oman móti Vikabyrgi, møttu teir manningini á Víkabyrgisbátinum, sum hevði sett upp í Sumba, og teir søgdu seg at hava møtt manningini á Heygabátinum; tað reyk illa, men so vistu teir, at tann manningin var eisini bjargað, og síðani hildu teir leiðina til Loprara aftur, og tá var hýrurin betur á øllum. Ferðin um fjørðin úr Lopra til Porkeris gekk bara væl, tí nú vóru vit væl mannaðir at rógva, og vindurin var eitt sindur linari. Tá vit komu aftur til Porkeris fóru boð um bygdina at siga frá, at báðar bátsmanningarnar vóru bjargaðar, og tá var frøin stór.

Dagin eftir reyk ikki so illa, men tað var nakað av vindi, og vit fóru í kirkju, men tá vit komu aftur úr kirkjuni, brann hann á aftur við ódnarstormi av landnyrðingi, av tí ringasta, sum nakar her á leið kann minnast. Landnyrðingur er kyrruætt í Sumba, men har var so nógv brim, at sumbingar máttu draga bátarnar longur niðan, so teir ikki tóku út. Týsdagin var veðrið betri, og vágbingar fóru eftir teirra bátum, men vit bíðaðu til ónsdagin. Tann dagin var veðrið gott, og vil fóru til gongu til Sumbiar. Tá vit fóru úr Sumba við bátinum, tosaðu vit um at fara út á Dalagrynnuna, men tá vit komu á Akrabergstanga, slógu vit av og róðu beinleiðis til Porkeris, men aftaná iðraðu vit okkum, tí vit frættu, at vágbingar, sum høvdu verið eftir teirra bátum týsdagin, vóru á Dalagrynnuni henda ónsdagin, og har fingu teir nógvan fisk. »Heygabáturin«, sum hevði sett upp á Trælaurð, varð tikin út av brimi.

Um eg minnist rætt, so vóru tað fimm tíggjumannafør og tvey áttamannafør úr Vági, ein bátur úr Víkabyrgi við 5 monnum, ein bátur av Økrum við 5 monnum, ein bátur úr Lopra við 5 monnum og so »Klovabáturin« úr Porkeri við 7 monnum, sum settu upp í Sumba hendan dagin; um eg minnist rætt vóru tað 88 menn tilsamans og so teir 7 við »Heygabátinum«.

Um Várharra ikki lagaði tað soleiðis, at vit sluppu suður um Akrabergstanga, áðrenn norðurrákið harðnaði og tað fór at reka í ættina, so var neyvan nakar av okkum á lívi, og tí skal Hann eiga æruna, sigur Zacharis Bech at enda.

 

Tíverri fekk eg ikki nøvnini á øllum 7 monnunum, sum vóru við »Klovabátinum« hendan dagin, men hesir vóru við: Johan Johannesen eldri Úti á Klova, eisini nevndur Johan við Breytaliða, Johan Mortensen yngri Úti á Klova, Zacharias Bech í Hólinum, eisini nevndur skómakarin í Hólinum, Hans Jacob Bech í Skálanum, eisini nevndur gamli Hans, Hans Christoffur Larsen á Heyggi, eisini nevndur Christoffur á Heyggi og so tveir aðrir.