Framsíða

Upp

Jane Elisabeth.

Abbi mín, Sigmund Sundberg av Rananum í Porkeri, var bert 16 ára gamal tá teir, tann tiltikna túrin við "Jane Elisabeth", á heysti 1913 í illveðri, mistu skiparan Sofus Djurhuus.

Í Føroya Siglingarsøgu 2 bind 4 stendur soleiðis frásagt:

"Jane Elisabeth" hevði damm, og tá ið teir um leið hálvan oktober í 1913 komu undan íslandi við saltfiskalast, sum skuldi verða seld í Keypmannahavn, fóru teir áðrenn út undir Føroyar at fiska upp í dammin, og henda livandi fisk skuldu teir eisini selja í Keypmannahavn. Um leið 5. november varð farið til Danmarkar, og manningin hjá Sofusi var bróðir hansara Johan Djurhuus, Sigmund Sumberg, Porkeri, Sámal Jákup Bech, Sunnba, Julius Jacobsen, Svínáum og Poul Johannes Johannesen frá Gjógv, ið gekk burtur við "Kristinu" í 1920.

Johan Djurhuus hevur greitt Hilmar Bech, lærara í Porkeri, soleiðis frá ferðini:

"Ferðin niður gekk av tí allar besta og vardi eina viku. Seinna part á degi ankraðu teir á Reduni í Keypmannahavn, tí ikki kundi farast inn í havnina við tí livandi fiskinum. Skiparin fór í land um kvøldið fyri at fáa loðsbát út tið1iga morgunin eftir, soleiðis at skipið kundi vera til arbeiðstíð í havnini, og hin livandi fiskurin verða landaður beinan vegin. Komnir inn tið1iga um morgunin, kastaði manningin fiskin upp á kaiuna. Har varð hann lagdur í smáar rúgvur - einir 40 í hvørjari – og seldur. Skipið lá í Gammel Dok. Síðan landaðu teir saltfiskin, men hetta gjørdu menn frá landi, og tók tað tveir dagar. Seint gekk við arbeiðinum. Skipið lá sjey dagar í Keypmannahavn og hevði múrstein, petroleum, øl o. a. upp aftur við sum last. Oljan var tað seinasta, sum kom um borð um dagin, sum teir fóru av stað um kvøldið. Veðrið var av tí fagrasta upp gjøgnum Oyrasund, og um morgunin komu teir fram við Helsingør, og flaggið fór á stong. Teir sigldu síðan upp gjøgnum Kattegat, men tá ið teir komu til Skagen, fingu teir vind vestaneftir, lógu so og krússaðu millum Skagen og Lindesnes í nakrar dagar og smátt gekk. Komnir nakað upp í Norður sjógvin, fingu teir vind av suðri. Tá gekk betur, og teir fóru gjøgnum Holið, men tá ið teir tann 28. november móti kvøldi undan skýming vóru komnir einar 20 fjórðingar norður um Holið, skifti hann ætt og kom av útnyrðingi við stormi, so nú mátti repast; trý rep vórðu tikin niður í mesaninum, tvey í stórseglinum, eitt í fokkuni og 5-dukaðan klyvara fyri, og síðan róðrið bundið mittskips og skipið lagt til. Stormurin vaks í hvørjum, og tað var satt ódnarveður.

Kl. 6 um kvøldið var vaktarskifti. Skiparavaktin átti frívakt, og á henni vóru Sofus Djurhuus, Julius Jacobsen úr Svínáum og Sigmund Sumberg úr Porkeri. Johan Djurhuus, beiggi skiparan, hevði deksvaktina saman við Sámal Jákup Bech úr Sunnba og Poul Johannes frá Gjógv. Kl. hálvgum ellivu um kvøldið fingu teir ein sjógv, og klyvarin leyp inn. Tá ið teir høvdu kannað eftir, sóu teir, at sjekulin i klyvaraboylanum var brotnaður. Skiparin varð vaktur og kom upp fyri at hjálpa teimum at fáa hetta í rættlag aftur. Johan hevði línu á sær og fór út á spritið við einari lissu at skera gjøgnum skivgatið, so at teir kundu hála ketuna upp gjøgnum skivgatið og sjekla hana aftur í klyvaraboylan. Tá ið hetta var liðugt, og Johan var komin inn aftur á dekkið, legði Sofus seg við ongari lissu á sær á sprytið framman fyri stakið og sjeklaði úthálaran fastan aftur í klyvaraboylan, meðan Johan styðjaði hann við aðrari hond og helt ketuni í hinari. Sámal Jákup stóð aftan fyri Johan, meðan Poul Johannes var niðri undir eftir stormklyvaranum "Símuni", og tá ið hann var komin upp í kappan, var Sofus liðugur við at sjekla í, men ikki komin inn á dekkið. Tá fingu teir ein stóran sjógv, og eingin av teimum, sum á dekkinum vóru, vistu nakað til sín aftur, fyrrenn avtornaði, og tá var Sofus horvin og sást ikki aftur í myrkrinum. Tríggjar styttur á bógnum vóru brotnaðar. Hetta hendi sum nevnt tann 28. november um kl. 11 á kvøldi. Skipið lá framvegis fyri somu seglum, repaðum stórsegli, mesani og fokku. Manningin var nú mest undir dekkinum, men av og á var onkur uppi og hugdi eftir, hvussu til stóð.

Um 4-tíðina um náttina fór Johan upp, og tá var skinkulin á mesaninum dragnaður; hann skuldi seta taljuna á skinkulin, men hon var óklár, og fór hann tí niður undir at greiða hana aftur. Tá ið hann var liðugur og komin í gangin fyri at fara á dekkið aftur, fekk skipið ein øgiligan sjógv, so at alt rundveltist undir dekkinum, og barlastagrótið slongdist upp úr botninum. Kappin skrædnaði úr dekkinum, skeilettið skakaðist av lagi, báturin, forlúkan og allar stytturnar millum stórvantið og mesanvantið, alt var burtur, líkaleiðis øll seglini skrødd burtur, og hetta sá út sum tann vissi deyði. Okkurt mátti verða gjørt, men ikki var komandi á dekkið fyri sjógvi, sum skolaði yvir hana; teir spentu ein sveran grastrossa millum vantini í lu, tóku so skottfjalir, løgdu tær kant í kant og negldu út yvir kappan við einum klyvara út yvir aftur, so at sjógvurin ikki sturtaði so nógv niður, men illa lak kortini. Margarin smurdu teir í benið á styttunum, sum vóru brotnaðar. Teir tóku hana nú undan, hongdu ein klyvara upp, ið var einasta segl eftir og stýrdu í ein landsynning. Samstundis varð pumpað fyri lívinum, tí skipið var hálvt av sjógv, ið fleyt um koyggjurnar. Seint út á dagin var hon endiliga turr í botninum, men í kahúttini stóð sjógvurin enn um beinkirnar, tí hann setti ikki niður í kjølin, og skipið varð vorðið rangsett. Drekkivatnið var í kahúttini, men har var ikki komandi framat fyri sjógv. Manningin mátti nú halda til í lugarinum, og fingu teir sagað eitt hol á skottið aftur í lastina soleiðis at teir sluppu til ølið, og kom tað væl við, nú einki vatn var. Teir drukku ølið aftur við keksum.

Hetta veðrið vardi eini trý samdøgur, men kl. 11 um kvøldið tann 1. desember var veðrið gott. Johan stóð og stýrdi, men Sámal Jákup var hjá honum. Knappliga sigur Sámal Jákup, at hann sá eitt toppljós, og einar tríggjar ferðir tók hann upp aftur, at hann sá ljósið, áðrenn Johan fekk eygað á tað. Teir løgdu nú til og gjørdu bluss í grýtum við olju í og tendraðu so. Spennandi var, um skipið við toppljósinum fór at síggja teir, og tað hendi tíbetur. Tað var trolarin "Shackleton" úr Hull, sum kom við ferð ímóti teimum. Teir róptu okkurt á enskum og sigldu eitt sindur fram við, men vendu so og komu spakuliga fram við "Jane Elisabeth". Nú róptu teir á norskum, tí skiparin var norðmaður, og meintu teir, at best var at bíða til tað lýsti, at taka fólkið. Trolarin legði seg í lu av "Jane Elisabeth". Tá ið hálvaljóst var, setti trolarin bátin út við 6 monnum, og teir løgdu at tí síðuni á "Jane Elisabeth", sum brotin var. Tað, sum neglt var yvir kappan, tóku teir frá, so at sjógvur slapp aftur at skola niður, og skipið soleiðis skjótari fara at søkka. Síðan varð farið í bátin og umborð á trolaran, har teir vórðu væl móttiknir í allar mátar.

Í vandanum, teir á "Jane Elisabeth" høvdu verið staddir, lovaðu teir burt olmussu, eina ljósakrúnu til Porkeris kirkju og 100 kr. til Heidningamissiónina. -(Hendan ljósakrúnan hongur í kórinum í Porkeris kirkju.)

"Jane Elisabeth" var rikin langt norður, tá ið "Shackelton" kom fram á hana. Trolarin skuldi í Hvítahavið og helt leiðina fram. Seinna part á degi sóu teir Lofoten, og kl. 7- 8 á kvøldi ýldi trolarin eftir loðsi í Hammersø. Bátur kom út og setti manningina á "Jane Elisabeth" á land har.

Í Hammersø vóru einans 4 hús, men væl vórðu Føroyingarnir móttiknir, og svóvu teir hjá einum gomlum manni. Dýnurnar vóru saman seymað seyðaskinn. Kvøldið eftir komu nakrir menn at vitja teir og spyrja um tilburðin, og teir góvu teimum eitt sindur av peningi. Næsta morgun fór manningin á "Jane Elisabeth" umborð á ein lítlan norskan ferðarbát, ið skuldi til Bodø. Steðgurin í Bodø var stuttur, og siðan gekk leiðin til Trondheim. Har kom danskur konsul umborð og spurdi, um nakar danskur sjómaður var við. Siðani fóru teir í land og gistu á sjómansheiminum. Um kvøldið dagin eftir vóru teir til sjófrágreiðing og fóru næsta dag við danska bátinum "Angeldana" til Keypmannahavnar. Friðrikur Petersen, próstur, ið tá var fó1katingsmaður, tók ímóti teimum í Keypmannahavn og fylgdi teimum til sjómannsheimið "Bethel". Teir fingu døgverða, hóast at ikki var máltíð tá. Dagin eftir fóru teir til uttanríkismálaráðið saman við Fríðriki prósti. Har skuldi aftur sjófrágreiðing vera, men hon varð av ongum, tí sjófrágreiðing hevði verið í Trondheim. Teir fóru so aftur á "Bethel" og búðu har.

Mortensen á Tvøroyri hevði latið byggja eina skonnart í Marstal, sum æt "Tvøroyri". Tá ið hon hevði verið royndartúr, kom hon til Keypmannahavnar eftir farmi til Føroya. Jens Mohr í Hoyvík var skipari á henni. Friðrikur próstur spurdi manningina á "Jane Elisabeth", um teir vildu sleppa heim við "Tvøroyri", og søgdu allir ja uttan Sámal Jákup, ið varð eftir. Tá ið so skonnartin skuldi fara av stað, fór Jens Mohr ikki við vegna sjúku og bað ein danskan skipara fara fyri seg. Teir fóru so, men komnir í Skagerak, fingu teir illveður. Teir andøvdu nakrar dagar, men vendu so vegna smáskaðar og ólag á motorinum og komu til Frederikshavn, har teir hildu jól. Har búði ein maður, ið æt Julius Nielsen og hevði føroyska konu. Teir fýra av "Jane Elisabeth" vildu ikki fara aftur við "Tvøroyri", tí teir høvdu eingi koyggjuklæðir og ongan pening at keypa sær fyri. Men hesin Julius Nielsen royndi at hjálpa teimum, so teir sluppu til Keypmannahavnar. Teir tosaðu við býarfútan í Frederikshavn, og lovaði hann at gera sítt besta. Býarfútin tosaði við ministeriið í Keypmannahavn og segði, at hesir 4 menninir av manningini vildu sleppa til Keypmannahavnar og fara heim við "Tjaldrinum" hjá D.F.D.S., men ministeriinum dámdi hetta einki og bjóðaði teimum koyggjuklæðir, men teir tóku ikki av. "Menninir máttu so verða í Frederikshavn", segði ministeriið. Áðurnevndi Julius Nielsen útvegaði teimum pening, so teir sluppu til Keypmannahavnar við dampara, ið æt "Baldur". Komnir til Keypmannahavnar, fóru teir til umboðsmannin hja J. A. Hjelm, og hann skaffaði teimum innivist í "Bethel", og har búðu teir, til teir sluppu heim við „Tjaldrinum" um miðjan januar 1914.