Framsíða

Upp

Sangir

Heygsbátur.

Hilmar Bech skrivar soleiðis um Heygsbátin, ið gekk burtur 14/2-1944:

Undir seinna heimsbardaga, 1939-1945, var tað ikki so lætt at sleppa at sigla við teimum skipunum, sum fluttu feskan fisk á bretska marknaðin, tí tað vóru so fáir menn við hvørjum skipi, men hin føroyski fiskimaðurin fall tó ikki í fátt, og nógvir settu nú sítt álit á útróðurin.

Eg minnist, at her í Porkeri róðu 18 maskinbátar út samstundis, og tað vanliga var, at 5-7 menn vóru á hvørjum báti, so tað vóru meiri enn 100 menn, sum her í bygdini á hendan hátt vunnu til lívsins uppihald í hesi so hættisligu tíð.

Fleiri av teimum gomlu bátunum blivu umbygdir og gjørdir størri, meðan aðrir bygdu sær nýggjar og størri bátar.

Havið var mangan so gávumilt hesi árini, og eg minnist so ofta, at tá bátarnir komu aftur um kvøldið, lá bryggjan so avtakt við fiski, og at teir, sum fyrstir komu til lands, máttu skipa fiskin niðan frá, so at hinir, sum komu seinni, kundu fáa pláss til at kasta fiskin upp. Tað var so ofta, at bátarnir máttu liggja á vánni og bíða, til teir sluppu at bryggjuni at kasta upp.

Tó, havið var ikki bara gávumilt, men tað kravdi eisini síni offur, og bygd okkara misti 12 av sínum frægu synum á útróðri í bardagaárunum. Teir 8 fórust við deksbátinum »Búgvin« 21. februar 1940 og næsti útróðrarbáturin "Louisa", vanliga nevndur "Heygsbáturin" gekk burtur 14. februar 1944 við 4 monnum.

Vanliga nýttu útróðrarmenninir snøri til at fiska við, tí sum eg minnist teir ofta plagdu at siga, at snørini kundu teir draga inn, um illveður brast á, men stóð línan í sjónum, vóru teir heftir við hana, tí ikki vildu teir missa, tá ráðini ikki vóru so góð til at keypa nýggja. Tað vóru tó einstakir bátar, sum høvdu fingið sær Iínu, sum teir nýttu ávísar tíðir, tí hon gav ofta meiri fisk.

Tað er sagt fyri mær, at hetta var fyrsti dagur, »Heygsbátur« var við línu. Teir 4, sum mannaðu »Heygsbát« hendan dagin vóru: Dánjal Pauli Veihe (Palli í Køkini) 48 ár, giftur, 9 børn, sonur hansara Símun Veihe (Símun í Køkini) 20 ár, og teir báðir brøðurnir á Heyggi, Hans Godtfred, 21 ár, og Johannes Godtfred, 19 ár. Tað var faðir teirra, Johan Godtfred á Heyggi, sum átti bátin, ið var eitt heldur lítið 10- mannafar.

Kona Palla í Køkini, Marin, og móðir til teir báðar brøðurnar á Heyggi, Louisa, vóru systrar, so teir vóru allir sum ein familja.

Tað hevði viðrað illa í longri tíð, og tí lógu menn framvið at sleppa á flot, og tann elsti bróðurin á Heyggi, Sofus Godtfred, sigur, at seinnapartin sunnudagin tann 13. februar var Palli í Køkini á Heyggi, og tá gjørdu teir av, at um tað viðraði dagin eftir, so skuldu teir fara við línu.

Í Porkeri var eingin agngoymsla, og tí fóru Símun í Køkini og Johannes á Heyggi til Vágs á súkklu eftir agni tíðliga hendan mánamorgunin, og Olivur Veihe, elsti sonur hjá Palla í Køkini, sigur, at tá beiggi hansara Símun var komin aftur úr Vági, tá kom hann og bað seg koma at hjálpa teimum at egna, og hann so gjørdi.

Teir egndu Iínuna í neystinum, og teir báðir Sofus og Olivur hjálptu teimum. Hýrurin var góður og mong skemtilig orð fullu í neystinum hendan morgunin, og tað var ikki sørt av spenningi á teimum yngru monnunum, tí hetta var jú fyrstu ferð teir fóru at seta línu og til at royna hendan nýggja veiðiháttin, sum teir ivaleyst hava sett so stórar vónir til, og sum kanska fór at geva teimum stóran fong nú »torranum«. Dagurin var rættiliga komin fyri seg, tá báturin var drigin av lunni, og Olivur sigur, at tá teir skutu bátin frá, segði hann skemtandi við teir: »Nú hava vit egnt tykkum línuna, so stendur tað upp til tykkum at veiða fiskin«.

Síðani løgdu teir frá landi og út eftir vánni í fagrasta veðri, og Sofus á Heyggi, sum eygleiddi bátin, sigur, at tað síðsta hann sá til teirra, tá stevndu teir út-suðureftir innan fyri boðarnar á Porkerisnesi. Tað kann hugsast, at teir hava ætlað sær á tær norðaru leigirnar, sum porkeningar plaga at royna á, til at seta línuna, men hava so broytt ætlan og tí vent suðureftir.

Sum nevnt var veðrið gott um morgunin, men sum tað leið út á dagin, siga menn, at hann fór at lota sunnaneftir og vindurin tók til, so tað bleiv nógvur vindur út á seinnapartin, og um kvøldið gjørdist rættuligt illveður.

Teir høvdu stutta línu við »Heygsbáti« hendan dagin, bert 8 stk., so teir áttu at komið til lands aftur í góðari tíð, men tá dagurin leið, og eingin bátur sást koma, kom ampi á tey sum bíðaðu heima, og tí vóru boð send til sóknarfútan í Vági um at seta leiting í gongd.

Úr Vági fóru deksfør at leita og teirra millum »Norðfarið« og »Silver Spray«, men leitingin gav einki úrslit; Andru Godtfred, sum var skipari á »Silver Spray«, sigur, at líkindini til at leita vóru vánalig, og út á kvøldið bleiv bara ringt veður.

Í Porkeri gingu menn við lyktum fram við strondini út ímóti Porkerisnesi fyri at kanna um nakað var at síggja og til at hjálpa, um tað gjørdist neyðugt, hann var jú sunnaneftir í ættini, so vindurin lá uppá.

Morgunin eftir var veðrið betri og bátar fóru at leita, men einki varð funnið. Hendan dagin var eingin annar bátur úr Porkeri á útróðri uttan Heygsbátur, men ein maskinbátur úr Vági skuldi vera á útróðri við línu, og teir máttu skera Iínuna og ganga frá henni.

Tríggir bátar úr Porkeri fóru hendan lognarmorgunin á Tvøroyri eftir koli, og tveir komu aftur til Porkeris við kolafarmi, meðan tann triði mátti kasta nakrar sekkir fyri borð, og hann setti upp í Hovi.

Teir 4, sum hendan februarmorgun so vónríkir stevndu út av Porkeris vág, mundu valla gruna, at henda skuldi verða teirra seinasta ferð, tí Iívsfjørðurin nú var rógvin, og at havið soleiðis tók teir í sín favn, hesir, sum so mangan fyrr vóru farnir hesar somu leiðir saman.

Hvussu alt hendi og hvat veruliga var orsøkin til hesa vanlukkuna, veit eingin at siga frá; var tað ein skaðasjógvur, ella ein av teimum vandamiklu spreingiknøttunum, sum í hesi tíðini róku um á havinum, ella var tað okkurt heilt annað? Tað verða bert gitingar, tí sum orðatakið sigur: Eingin veit frá einum at siga.

Tað verða eisini bara gitingar um, hvar á leið »Heygsbátur« kann vera farin, tí tað hevur ikki eydnast at koma í samband við nakran, sum við vissu kann siga, hvar teir vóru staddir henda dagin. Sofus á Heyggi sigur, at ein tilja bleiv funnin nakað eftir Úti Norðuri, sum menn her rópa tað. Hann, Sofus, sum vanliga róði út við bátinum, men sum av ávísari orsøk ikki kundi fara henda morgunin, sigur, at teir høvdu eitt lodd liggjandi í bátinum sum eykalodd, og tað var gjørt til á serstakan hátt.

Eina tíð eftir, at »Heygsbátur« var gingin burtur, var ein bátur úr Porkeri »Brekkubáturin«, á útróðri, og teir lógu og fiskaðu við snøri á eini leið, sum menn her á staðnum nevna Suðuri á Víkini, tað er út-suður úr Baglhólmi. Ein, sum var við »Brekkubátinum« henda dagin, Sigurd Djurhuus, sigur, at ein maður á bátinum fekk eitt lodd á, sum eftir tí, teir fingu upplýst, skuldi vera loddið, sum hevði ligið í »Heygsbátinum«.

Eg var 10 ár tá hesin sorgarleikurin barst á og eg kann minnast eitt sindur til hesa døpru hendingina, sum setti so djúp spor her í bygd okkara, men svárast hevur tað verið hjá teimum, sum stóðu hesum fýra so nær, teimum, sum mistu mann, pápa, synir, brøður og "drong".

Tað er so torført at skilja, hvussu tey eru komin ígjøgnum slíkar trongdir, men eg trúgvi, at tað, sum hevur borið tey í tíðini aftan á er hetta, at tey hava gjørt, sum tað stendur í tí seinna brævinum hjá Pæturi, 5. kap. 7. ø.: » Kastið alla sorg tykkara á Hann, tí at Hann hevur umsorgan fyri tykkum«.

Vit minnast hesar fýra við takksemi.