Framsíða

Upp

 

Í samband við sorgarleikin, tá "Heygsbátur" gekk burtur, vóru nakrir sangir yrktir til minnis um teir ið sjólótust:

1. Sangur yrktur av C. T. Sørensen

2. Sangur yrktur av J. A. N.

----------------------------------------------------------------------

Til minnis um manningina á »Heygsbátinum«, ið gekk burtur 14.2.1944.

Lag: Dagen går med raske fjed.

 

Ódnarstormar tagdu brátt,

havbylgjur seg løgdu,

sjómenn stíga út um gátt,

sjóklæði teir høvdu.

 

Skútan fagra »Heygsmøl« á,

drigin bleiv av lunni,

garpar fýra skjótir tá,

sess í báti funnu.

 

Løgdu so frá Iandi út

hjartans glaðir vóru,

innanborða ei var sút,

út á hav teir fóru.

 

Ódnarstormur hann brann á,

bylgjur fingu megi

eina tað kann siga frá

hesum sorgardegi.

 

Hvussu síðani tað gekk,

veit bert Várharra góði,

sorgarboð bert fólkið fekk,

tár á kinnum stóðu.

 

Mamma misti dýran skatt,

synir bestu, kæru,

soleiðis tað ætt úr ætt,

mangir hava farið.

 

Pápin misti ríka ogn,

synirnir teir stóru,

manga ferð í ódn og logn

eftir havi fóru.

 

Konan misti mann og son.

fast tað neit í hjartað,

grátur bleiv í teirra Ion

neyð og sorgin svarta.

 

Brúður misti brúðgóm sín.

bleik bleiv kinnin reyða,

svart bleiv hvíta brúðarlín

syrgir brúðgóms deyða.

 

Hvør kann ugga sorgarsál,

særdu hjørtur grøða

tey av gráti mistu mál,

hjartastreingir bløða.

 

Eingin uttan Harrin kann

venda sorg til gleði,

vald á foldum hevur hann

gevur troyttum megi.

 

Harri, hátt í Himnaborg

kærleikshond tú rætti

til tey, ið nú bera sorg,

møði teirra Iætti.

 

Hvílið tit nú, so í grið

okkara bestu vinir,

allir fýra lið um lið

maður, sonur, synir.

 

Einaferð í Himnaborg

sæl tann stundin blívur,

tá vit møtast aftur øll,

eingin sorg har nívir.

           C. T. Sørensen

-------------------------------------------------------------------

 

Í linalogn

Vígt "Heygsbátinum", hin 14. februar 1944.

Lag: Livet i verden er gøgl og tant.

 

Ódnirnar ýla um sund og sker,

og havaldur heyga á grunni,

rennandi streymur um firðir fer,

bátarnir leingjast av lunni.

 

Langtandi heima so mangan dag,

sjóvandir sjógarpar gingu,

lýddu á ljóðið, ið ódnin kvað

ikki ein torramurt fingu.

 

Skýferðin tálmast eitt lýtið bil

um tindarnar kvirrar kvinið,

kyrrar á vánni og tornar um gil.

Í bygdini kennist ein lini.

 

Dvølja ei Ieingi í linalogn,

á støðini tilgjørdir skunda.

Bátin, sum var teirra einkarogn,

teir draga - á torramið stunda.

 

Fróðir leggja teir landi frá,

og faðirin setist hjá syni,

og bróður tekur av bróðri ráð.

men stuttur var teim hesin lini.

 

Aftur kom ódnin í vreiði ør -.

Rándøtur kvøða og dansa,

syngja ein líksálm um breiðan fjørð,

síðan teir sjóvanda kransa.

 

Heima leingjast tey børn og vív,

genta, foreldur og systkin

bøna og biðja um teirra lív;

heima vóru teir styrkin.

 

Harrin gav okkum lív á fold,

tað tekur, um sorgin virkir,

roynir mangan várt veika hold.

altíð tó uggar og styrkir.

 

Bíðað varð leingi og leitað væl,

men havbláa lakið teir huldi,

bíðast skal nú til tað harpuspæl,

har vegin er deyðans kuldi.

 

Syngja vit saman har alla tíð,

í ævinnar Ijósa sali,

burtur er saknur og sorg og stríð.

So stutt er várt baks her í dali.

                                   J.A.N.