Framsíða

Upp

 

Hilmar Bech, lærari í Porkeri, hevur savnað tilfarið um tann tiltikna ringa útróðrardagin síðst í 19. øld, sum kundi verið sannur skaðadagur fyri Porkeris bygd.

Hilmar sigur soleiðis:

Í teirri tíðini, tá føroyingar brúktu árabátarnar til útróðrar, eru tíverri mangar hendingar farnar fram, har nógvir ikki bóru boð í bý, meðan aðrar frásagnir eru um tilburðir, sum sigast kann um, at tað var eitt undur at teir komu aftur.

Her í Porkeri hoyrdi tú eldri fólk ofta siga frá einum ringum útróðrardegi síðst í 19. øld, sum kundi verið ein sannur skaðadagur her á okkara leiðum. Henda dagin fóru tveir bátar úr Porkeri til útróðrar. "Heygabáturin" við 7 monnum og "Klovabáturin" (Úti á Klova) eisini við 7 monnum.

Tveir av teimum monnunum, sum vóru til útróðrar henda dagin, annar við " Heygabátinum" , Jóan Pauli Weyhe í Nøkrum, og hin við "Klovabátinum" , Zacharias Bech í Hólinum, náddu so høgan aldur sum 87 og 85 ár. Tað eydnaðist stutt áðrenn teir andaðust at fáa teir at siga frá, hvussu teir hvør í sínum lagi upplivdu henda dagin.

Frásøgn eftir Jóan Paula Weyhe í Nøkrum, sum Edvard Jacobsen, sáli, lærari í Sumba, hevur skrivað niður í 1964 eftir áheitan frá Hilmar Bech. Tá ið Jóan Pauli var blivin gamal, flutti hann til Sumbiar til dóttrina at búgva, og hann var 81 ára gamal tá hann gav hesa frágreiðingina.

Jóan Pauli Weyhe (í Nøkrum) greiðir soleiðis frá:

Tað var í árinum 1898. Fríggjadagin fyri føstulávint var toluligt veður, hóast tað var sovorðin »umlámingur«. Hann var vestligur í ættini, og menn væntaðu, at hann fór at koma høgt, og høvdu tí lítlan hug at fara til útróðrar. Jóhan Úti á Klova, ið var farin »inneftir« (til Vágs) til arbeiðis, sá nú »sunnanbátarnar« fara til útróðrar.

Hann kom so aftur við ein »storm« og setti kuril í alt. Bert tveir bátar fóru úr Porkeri til útróðrar hendan dagin, men nógvir sunnaneftir. Báturin, ið Jóhan Pauli var við, nevndist »Heygabáturin«. Vanliga høvdu teir ikki sernøvn á bátum tá, men nevndu teir eftir býlingum í bygdini. »Heygabáturin« var heldur gamal bátur og bleiv nýttur av 7 monnum. Við bátinum henda dagin fóru til útróðrar hesir menninir: Poul Weyhe, Uttan Heyga, Johan Weyhe, Uttan Heyga, Hans Pauli Weyhe, Uttan Heyga, Olivur Weyhe, Uttan Heyga, Magnus Weyhe, í Nøkrum, (var ættaður Uttan Heyga), Jóan Pauli Weyhe, í Nøkrum og Magnus Johan Larsen, í Gjørðum. Henda dagin var Poul Uttan Heyga formaður á bátinum. Ein annar maður, vanliga nevndur gamli Jákup ella Jákup á Fløttinum, plagdi at vera við »Heygabátinum«, og hann var altíð formaður, tá hann var við. Harafturímóti plagdi Magus í Gjørðum ongantíð at rógva út við »Heygabátinum«, hvørki fyrr ella seinni enn henda dagin. Hesin gamli Jákup var pápi Petur Müller, havnarfúta í Vági. »Heygabáturin« skuldi henda dagin fara á Dalagrynnuna, men tá ið teir vóru komnir suður um Baglhólm, var hann komin av landnyrdingi við nógvum vindi.

Poul Ullan Heyga mælti fleiri ferðir til at venda aftur, men summir mæltu frá. Poul segði, at tað var ikki tí, at bátarnir vóru farnir út at rógva, tað sá hvør maður, at hann fór at koma høgt í ættini. Vindurin vaks í hvørjum, so eftir eini løtu var vónleyst at fara norður um Baglhólm aftur; tað var meiri vindur enn so. Poul hvepti seg við at fara suðurum, við tí fyri eyga at seta upp í Sumba, tí hann helt, at koma suður um Lambafles á landnyrðingi, tá ið streymurin fór beint í ættina, bleiv ikki tespiligt, tað vistu teir allir, teir vóru ov seinir á streyminum til at fara suður um »Endan«. Allir hinir bátarnir fóru suðurum, eisini hin porkerisbáturin, tí teir sluppu ongan annan veg. Teir komu allir vegin fram til Sumbiar.

Við »Heygabátinum« róðu teir inn fyri Trælurð, sum er norðan fyri Mýrarbyrgi. Har við urðina er ein hella, og eftir eini fylling róðu teir bátin inn eftir helluni. Báturin fór nakað tvørur upp eftir helluni, og Jóan Pauli mundi komið undir bátin, tá ið teir lupu út úr honum. Teir fingu tó bjargað bátinum í øllum góðum og settu hann millum sjálvt bergið og Trælurð.

Har skoraðu teir hann væl við stórum steinum úr urðini. Tvær byrsur høvdu teir við, og tær blivu rendar inn ímillum urðargrótið, og síðani byrgdu teir grót út yvir tær. Úr Trælurð fóru so hesir 7 menninir til gongu eftir eini seyðarás í berginum. Har var ógvuliga ringt at ganga, tí kavi var og ísur lá eftir rásini. Jóan Pauli heldur, at um ikki kavin var so harður, men bleytur í staðin fyri, so komu teir ongan veg. Teir tóku bátstog við sær og høvdu tey ímillum sín at styðja seg við. Eisini tóku teir kleppjørn úr bátinum við sær til at høgga í ísin við. Tað gekk smátt við at koma upp, og einaferð komu teir til ein nasa, har tað sá vónleyst út at sleppa um.

Pápi Jóan Paula, Magnus í Nøkrum, fór undan og royndi við kleppjarni og á øllum fýra at sleppa um nasan, og hetta eydnaðist. Allir høvdu gingið uttast eftir rókini ella seyðarásini, og Magnus í Nøkrum hevði havt tvey kleppjørn at loysa ísin við, sum lá á rásini. Tá ið teir komu til nevnda nasa, vóru vølltoppar upp tann vegin móti eggini, men har hekk so nógvur skalvur. Hendan vegin vildi Magnus í Gjørðum sleppa upp, men hinir fingu hann frá hesum, tí skalvurin kundi loysna á teir allar. Tá ið pápi Jóan Paula var komin um nasan, fór Jóan Pauli sum næsti maður um nasan. Hann sigur, at vanliga gekk hann aftastur upp, men hinir vildu hava seg at fara undan hinum, nú pápi hansara var farin yvirum. Hann sigur, at hann var heldur óskoytin í tí, hann skuldi fara yvir um nasan. Ein steinur fór undan aðrari hondini á honum, og hetta mundi volt tað, at hann fór aftaná, men togið lá uttan fyri og helt aftur. Pápi Joan Paula segði til hinumegin nasan, og helt í hin endan á tognum, og hinir hildu í annan endan. Tá ið allir vóru komnir um nasan, bleiv gingið eftir rásini at einari veit ella lítlari á, sum hann sigur, at teir nevndu » Lítla veit« , tá ið teir tóku ýtir á Dalagrynnuni. Hetta var ein langur teinur at ganga. Upp við hesi lítlu ánni bleiv so gingið við bondum ímillum sín, men har vóru nógvar »forfaringar«, og drúgt var, áðrenn teir komu upp á eggina. Tá vóru allir glaðir, sigur Jóan Pauli.

Poul Uttan Heyga fór til gongu beinanvegin - undan hinum sum boðberi. Hinir seks fóru til gongu niðan eftir Mýru, tungt var at ganga, tí teir sukku ofta niður í kavan. Tá ið teir komu á Akslarenda, møttu teir víkarbyrgismonnum - Petur hjá Lisu og øðrum - og tosaðu við teir. Víkarbyrgismenn høvdu sett upp í Sumba.

Jóan Pauli sigur, at teir høvdu dagljóst til Vágs, men tá ið teir komu til Vágs, tendraðu vágbingar lampurnar. Teir gingu allan vegin Iíka til Porkeris.

Morgunin eftir ætlaðu teir at fara at vita um bátin, sum í Trælurðini stóð. Tað lýsnaði seint um morgunin, og luftin var myrk og Ijót. Teir ivaðust í um tað mundi vera kyrt, men tá ið dagurin kom av álvara, kom tann næsti stormurin, og tá bleiv húsaskaði. Um nakar bátur var á havinum tá, kom hann ikki aftur, hvørki til Sumbiar ella aðrastaðni. Hann var landnyrðingur í ættini. Hjá Gamla Læarsi fór hoyggjhúsveggurin, og Uttan Heyga fór eitt loftsvindeyga inn. Sumbingar fóru norður á Mýri til at vita, hvussu vorðið var við bátinum í Trælurðini, men tá ið teir komu hagar, var »Heygabáturin« tikin út av briminum. Tá ið veðrið batnaði aftur, fór gamli Dánjal Petur á Bakkanum í Porkeri suður í Trælurðina við báti, og har fann hann báðar byrsurnar aftur, tær lógu har tær vóru lagdar millum urðargrótið.

Annars sigur Jóan Pauli, at tað frættist til Porkeris tvey ár seinni, at meginparturin av rásini, har teir gingu upp, leyp burtur. So merkiligt var tað sigur Jóan Pauli, at heystið fyri, í 1897, vóru mest sum somu menn og dyrgdu suður við landinum, suður ímóti »Røstini«. Hetta bleiv ofta gjørt í føgrum veðri. Komnir suður fyri Trælurð, tosaðu teir um, at gomul søgn var í Porkeri, at ein porkerisbátur einaferð í tíðini skuldi hava sett upp í óveðri í Trælurð. Teir hugdu tá nærri at urðini - urðin er heldur Iítil - og teir hildu, at hetta væl kundi hava borið til. Várið eftir komu hesir somu menninir í sama karið, sum hin báturin, og teir bjargaðu Iívinum. Teir vóru sostatt ikki heilt ókendir við lendingarviðurskiftini í Trælurð og bergið har. Jóan Pauli sigur, at hann hevði einaferð tosað við Poul á Gøtuni í Sumba um hetta, og báðir vóru samdir í tí, at hetta var mest sum eitt »forbereiðilsi«; lagnan førdi teir at kanna Trælaurð, áðrenn teir sjálvur skuldu seta upp har.