Framsíða

Upp

 

 

Heimbygdin Porkeri.

 

Millum tangar og nes fram við vánni

liggur Porkeri heimbygdin mín,

bygd í forðum av kvinnum og monnum,

góvu arvin til mín og til tín.

 

Tríggjar bygdir til grannar tú valdi,

Borgarknappur so hátt hevjar seg,

tráddar gøtur við laðaðum varðum,

vísir okkum til grannarnar veg.

 

Móti havinum opin tú liggur,

vart av boðum í tígginda tal,

mangan dagin var rótut í sjónum,

sjórok inn millum húsanna fjal’.

 

Grønur bøur her bygdina randar,

velt úr haga við ágrýtnis ond,

sveittadropar teir veltuna vættu,

vendu bøkkin við hepnari hond.

 

Her á staðnum teir óvitar aldist,

tráddu skógvar í fedranna spor,

lærdu bygdina elska og æra,

fingu ans fyri bátanna borð.

 

Veiðuferðir í ánnu teir gjørdu,

piltar fangaðu kombikk og síl,

vakra bygdin var teirrara heimur,

tonktu ikki um fráferð og míl.

 

Flestu unglingar sjólívið valdu,

dráttarmegin til havið var stór,

vunnu bygdini pening og æru,

ikki aftur kom hvør tann ið fór.

 

Missur ofta var bygdini fyri,

faðir, synir ei vunnu upp strond,

fólkið sameint í sorgini stóðu,

rættu grannanum hjálpandi hond.

 

Sjálvt um mótgangur ofta var stórur,

bygdin menti seg fet fyri fet,

okkar sjómenn teir tyngdina bóru

og við sluppunum settu sær met.

 

Sigst at maður er kvinnunnar høvur,

tó hvat roynist eitt høvd uttan sál,

kvinnan drívkraftin eftir var heima,

settu monnunum bjartastu mál.

 

Tá ið skipsmenn á Suðurland fóru,

mamman einsamøll eftir tá stóð,

barnaflokkurin ofta var stórur,

ommur, abbar tá royndist so góð.

 

Góða løtur so mangar vit minnast,

sólin leikti um grasgrønan teig,

lotið kíndi oss eymligt um ennið,

mánin smílandi til okkum neig.

 

Slíkar løtur var vakurt at liva,

har tey ungu seg mentist til hjún,

skaptu bygdini tilfongið dýra,

avkom titar um teig og um tún.

 

Lívið rennur í tíðinnar havi,

maður eldist og grá gerast hár,

gævi lívið tú so hevur livað,

at tað heiður til Porkeri bar.

 

Hesa bygdina íbúgvar elska,

okkar paradís ert tú á jørð,

gævi Guð okkum eydnast at mennast,

her við Atlantshavs harðbaldnan fjørð.

 

 Zacharias Bech – 19/7-2003.