Framsíða

Upp

 

Í samband við vanlukkuna tá "Búgvin" gekk burtur, vóru nakrir sangir yrktir til minnis um teir ið sjólótust.

1. Sangur yrktur av - Christian M. Christiansen

2. Sangur yrktur av - Olivar á Ryggi

3. Sangur yrktur av - Carl Th. Sørensen

-------------------------------------------------------------------------------

1. Sangur um »Búgvan«, ið gekk burtur 21. februar 1940.

Lag: Klynke og klage

Tíðin hon rennur, unglingin mennir,

gamlingin dregur móti deyða á strá,

Harrin tí vendir, ofta hann sendir,

unglingin fyrr enn hin gamla herfrá.

 

»Búgvin« hin baldi, spældi á aldu,

á síni útróðrarferð Út um Stein,

hvítir frá bógnum, dýrd er í sjónum,

um fára og vanlukkur tonkti ei ein.

 

Komnir á grunnin, teir reiðskap sær funnu,

loddið tað rennur við fúkandi ferð,

fiskur í heintan, teir ikki teinkja,

at fárin og deyðin var teimum so nær.

 

Toskur og hýsa, lagað at ísa,

teir draga frá botni og taka inn umborð,

prísurin góður, menn eru fróir,

talað har verður mangt skemtandi orð.

 

Tokan seg leggur, rætt sum ein veggur,

fjalir alt landið, ei glotti at sjá,

dagurin líðir, er vetrartíðir,

landið má náast áðrenn nátt kemur á.

 

Inn verður drigið, stima frá miði,

bert eftir ætlan so seta teir kós,

svart er sum náttin, eingin sást glottin,

einki sást til nakað vitana-ljós.

 

Komnir at brimi, boðin hin grimi,

lúrir at sora hvørt borð og hvørt band,

hann seg ei spardi, farið hann særdi,

beinleiðis inn undir brotið tað rann.

 

Sló tað í spønir, upp sendast bønir,

Harri tú hjálp mær og frels mína sál,

Harrin hann hoyrir, ikki hann koyrir

syndarar frá sær, men bjargar á mál.

 

Ránsmann á krossi við eiglanna brosi,

í ellivta tíma hann tók inn at sær,

segði tað við hann, harvið hann frið fann,

í dag skalt tú verða í Himli við mær.

 

Átta teir vóru, glaðir teir fóru,

at søkja familjunum dagliga breyð,

allir teir doyðu, heim blivu oyði,

eftir tey sita við sorg og við neyð.

 

Smábarnið móður, um pápan so góður,

spyr nær hann kemur av útróðri heim;

mamman hon syrgir, væl hon tó byrgir,

innast í barmi tað sárandi mein.

 

Einans rak aftur, kærasti skattur,

móður og systrum hann var her á fold,

Petur í Hóli turt fekst tú skjólið,

eina tær untist at hvíla í mold.

 

Allir teir hinir, frændur og vinir,

saman tit vóru til sjógvs og til lands,

blivu har úti við síni skútu,

Harrin oss hjálpi at geva tí ans.

 

Skjótt kann tað vera, Harrin kann skera

lívstráðin yvir, vit fata tað ei,

um tað tí geldur, jú fyrri jú heldur,

at sáligheitssakin kann vera oss greið.

 

Harrin hann troysti, tey sum hann kroysti,

hansara vegir, teir fata vit ei,

sára og lekir, hjørtur hann vekir,

fyri at rættleiða fótin sum gleið.

 

Hvíl nú í friði, Búgvanna liðið,

slopnir tit eru frá strevi og stríð,

Harrin við megi á sínum degi,

samlar teir saman fyri æviga tíð.

          Christian M. Christiansen,

         Porkeri.

-----------------------------------------------------------------------------

2.

Í sorgum stødd.

(Vígd teimum sum vara av manningini við m.b. »Búgvin«, Suðuroy)

 

Vár Gud, vit níga tær til føtur,

alvaldandi hátt yvir ský;

nú svárar kennast sorgarløtur,

ver tú vár hjálp á hvørji tíð.

Títt eyga altíð opið er,

tú hoyrir bøn, úr barmi fer.

 

Kom nú til tey, í sorgum sita,

veit teimum troyst á sorgarstund,

so lítið tey á morgni vita,

tá kvøldið setur sorgarstund,

tí lív og lagna broytist brátt,

Gud, ver oss nær á vanda-nátt.

 

Um tú fekk alla heimsins gleði

og løgd við gulli var tín leið,

men gekk tú ei á Harrans vegi,

tá fáfongt var hvørt spor, tú steig,

men um tú valdi Jesus her,

tá trygt í vanda far títt er.

 

Vár Gud, vit øll nú á teg líta,

at tú í sorg oss verður hjá;

tú vilt ei tína hjálp oss sýta,

tá vit í neyð teg kalla á.

Á neyðars stund heit tú á meg

so signa Gud, sum skapti teg.

 

Gud, kom nú teirra sorg til linna,

sum sút og saknið kenna mest,

tey vinir skulu aftur finna,

og har, sum gleðin trívist best,

har heima í Guds høga sal',

ein fevndarstund upprenna skal.

                        Olivar á Ryggi.

----------------------------------------------------------------------------

3.

Sorgarljóð.

Til minnis um teir 8 sjómenninar úr Porkeri,

ið sjólótust við mb. "Búgvin", 1940.

Lag: Et kors det var det haarde trange leje

 

So myrk hekk tokan yvir hav og landi,

tá løgdu bátar allir út frá sandi,

tí sunnan Stein ei mundi fiskur tróta,

ei var at lata bát sín heima flóta.

 

Á fiskimiði allir bátar lógu,

við gleðibrosi menn við snøri stóðu,

og tá á degi komin var ein endi,

við fullum bátum aftur heim teir vendu.

 

Har heima fólk til strandar oman gingu,

tá Ijós frá bátum eygað á tey fingu,

tey gleddust, tá tey bátar aftur sóu,

og fyri teimum øll á brúnni stóðu.

 

Men fyri mong tað ei bleiv nøkur lukka,

við gráturødd tey millum hini sukka,

tí full við bátar var tann heila brúgvin,

har saknaðist ein bátur, tað var "Búgvin".

 

Á brúnni hoyrdist einki uttan grátur,

tey hugdu øll, men ei sást nakar bátur,

har grótu mammur, systrar, brøður, konur,

og gamla móðir segði: Kom, mín sonur!

 

Tað var við bátum leitað væl og leingi,

men vinir lógu longu tá í tangi,

tað boðar frá, ið upp á land varð rikið,

at deyðin hevði teir í favn sín tikið.

 

Tey sorgarboð um landið ljóða víða,

at burtur er tann skútan lítla fríða,

við 8 monnum hon mót landi rendi,

og deyðin harði hann var teirra endi.

 

Um teirra neyð og róp, vit einki vita,

bert sorgarbundin eftir heima sita

við gráturødd og niðurboygdum høvdi,

um teir í vátu grøv seg niður løgdu.

 

Ja, havi vonda hevur okkum sárað,

ta okkum fyrr so mangan fekk at tára,

tey sorgarsár seg festu djúpt í minni,

men sárið stóra varð á hesum sinni.

 

Tit kæru vinir, ið frá okkum fóru,

í himnaborg Guds einglar tykkum bóru,

harinni grát tit aldri hoyra ljóða,

men gleðisong um himnakongin góða.

 

Við táravátum eygum, vit nú siga:

Hoyr, Harri kæri, okkum, ið teg biðja,

tú okkum lær í hesi sorg at skilja,

at tað, sum hendi, var við tínum vilja.

            Carl Th. Sørensen.